Fimm fóru í felluna fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið var løgreglan úti við ferðmátaranum, og í alt vóru fimm sakir tað kvøldið. Tann, ið hevði stórstan skund, koyrdi heili 133 km/t. Leygarkvøldið vóru tríggjar sakir skrivaðar

Løgreglan var fríggja- og leygarkvøldið úti við ferðmátaranum, har teir kannaðu ferðsluna til og frá Havnini. Í alt vóru átta sakir skrivaðar og trý klipp givin. Eisini var onkur mistanki um rúsdrekkakoyring, men eingin varð tikin.

Fríggjakvøldið vóru fimm sakir skrivaðar, tá løgreglan var úti við ferðmátaranum. Tann, ið var máldur at koyra mest, varð máldur til heili 133 km/t, og gav tað frákenning av førararættinum á staðnum.

Fýra aðrir førarar vóru tiknir hetta kvøldið, men eingin av teimum fekk klipp.

Leygarkvøldið vóru løgreglumennirnir eisini úti við ferðmátaranum, og tá vóru tríggjar sakir skrivaðar. Ein varð tikin fyri at koyra 108 km/t, og tað gevur eitt klipp í kortið.

Eitt annað klipp var eisini givið hetta kvøldið, og tað var fyri ólógliga yvirháling.

Ferðmátingarnar vórðu allar gjørdar á leiðini til og frá Havnini.