Fimm føroyingar til Reykavík

Seinast í hesum mánaðinum skulu fimm føroyskir svimjarar taka lut í altjóoða kapping í Reykjavík

svimjing

Í samband við at Reykjavík tekur nýggja innandura svimjihøll í nýtslu, verður stór international svimjikapping í døgunum 28, 29 og 30 jan.
Íslendingar hava bjóða svimjarum ymsastaðni frá til hesa stórhending í Reykjavík, og vísir tað seg at svimjarar koma úr Bretlandi, Luxemburg, Svøríki, Noreg, Íslandi og Føroyum.
Henda svimjihøll í liggur í Laugardali í Reykjavík er nakað heilt serligt. Tann stóri svimjihylurin er 50m langur og 25m breiður so høllin kann nýtast bæði til kappingar á lang- og stuttbana. Kappingin sum føroyingar fara til verður á langbana.
Svimjararnir úr Føroyum verða : Sára Ejdesgaard úr Tvøroyrar Svimjifelag, Andrass Thomsen úr Havnar Svimjifelag, Elspa Mørkøre og Karina Petersen úr Fuglafjarðar Svimjifelag, og Kristian Olsen úr Ægir í Klaksvík.
Hetta er samstundis liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, sum verða í Hetlandi í summar. Higartil hava omanfyrinevndu svimjarar klára kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar.
Kappingin er skipa í tveimum bólkum, 16ár og eldri, og 15ár og yngri.
Sigast kann at tann eini bretin ið kemur at luttaka hevur bretskt met í 1500 frí svimjing, og luttók hann til OL2004, eisini verður norska Theresa Alshammer ið somuleiðis luttók til OL síðsta ár við í kappingini í Reykjavík, so tað má sigast at støði verður høgt.
Andrass Thomsen verður verandi í Íslandi eftir kappingina, hann hevur gjørt avtalu við svimjifelagið Ægir í Reykjavík, og kemur hann næstu mánaðirnar at venja hjá Íslendska Ungdómslandsliðsvenjaranum, í fyrsta umfarið fram til FM í svimjing sum verður í mai.
Aðrir føroyskir svimjarar hava fyrr roynt seg hjá Ægir í Reykjavík við góðum úrslitum, talan er um Kristian Martin Joensen og Dia Jacobsen.
Ferðalagið fer til Íslands fríggjadagin 28 januar og koma tey aftur mánadagin 31 januar.