Fimm persónar eru ákærdir fyri at hava hjálpt yvirgangsmanninum í samband við yvirgangsálopið í Nice 14. juli, har 84 fólk lótu lív. Tey eru øll varðhaldsfongslaði.
Franska løgreglan sigur, at trý teirra eru ákærd fyri dráp, framt av bólki við tilknýti til yvirgang, og tvey teirra fyri brot á vápnalógina í samband við yvirgangsbólk.
Talan er um eina 42 ára gamla fransk-albanska kvinnu, ein 38 ára gamlan albanskan mann, ein 22 ára gamla fransk-tunisara, ein 37 ára gamlan tunisara og ein 40 ára gamlan fransk-tunisara.
Myndugleikarnir eru komnir til tað niðurstøðu, at 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej-Bouhlel, sum koyrdi lastbilin, hevði fyrireikað álopið í fleiri mánaðir, og at hann fekk hjálp til fyrireikingarnar.
- Kanningararbeiðið vísir, at Bouhlel hevði hjálparfólk bæði til at fyrireika og fremja álopið, sigur Francois Molins, ríkisákæri í Frankaríki.