Fimm fólk doyðu, tá tveir bilar rendu saman í Eiksund-undirsjóvartunnlinum í í Sunnmøre í Mið-Noregi í gjárkvøldið.
Um níggju tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan at vita, at eldur var í tunnlinum. Orsøkin var ein samanstoytur.
Í fyrstani var torført at gera nakað fyri royki, men tá hann lætti, bar til at koma inn við bjargingarútgerð báðumegin frá, skrivar VG.
Fýra av teimum deyðu vóru ungir menn í 20-unum, sum vóru við tí eina bilinum. Tann fimti, ið doyði, var ein familjupápi, sum koyrdi hin bilin. Vannlukkan hendi 500 metrar inni í Eiksundtunnlinum, sum er ein partur av Eiksundsambandinum, ið gevur oyggjasamfeløgunum Hareid, Sande og Herøy samband við fastlandið.