Tað byrjaði við, at ein maður og ein kvinna komu inn í ein pitsahandil í Las Vegas, har tey skutu tveir løgreglumenn og raktu teir so meint, at báðir doyðu.
Haðani fóru tey bæði í ein handil hjá teirri stóru handilsketuni Walmart, har tey skutu ein mann, sum av tilvild kom fram við teimum. Stutt aftaná kom løgreglan á staðið. Eftir ein stuttan skotbardaga við løgregluna skiltu tey bæði, at tey kundu ikki sleppa út haðani. Kvinnan vendi tá byrsu síni ímóti manninum og skjeyt hann, og síðani skejyt hon seg sjálva.
Løgreglan í Las Vegas dugir ikki at siga, hvat fekk tey bæði at gera tað, tey gjørdu. Men løgreglan hevur fingið at vita, at tá fólkini komu inn í pitsahandilin, róptu tey, at hetta var ein kollvelting.