Í minsta lagið fimm fólk eru deyð og 21 onnur særd, eftir at ein maður í dag rændi ein bus í býnum Longyan í Kina.
Bussurin rakti fleiri fólk til gongu, tá hann slingrari gjøgnum gøturnar.
Illgerðarmaðurin var vápnaður við einum knívi, tá hann rændi bussin seinnapartin í dag lokala tíð, upplýsir løgreglan.
Rænarin er handtikin, og málið verður kannað, segði løgreglan uttan at koma við fleiri upplýsingum.
Myndir og video á sosialu miðlunum vísa fleiri fólk, sum liggja á gøtuni nærindis bussin. Eisini síggjast løgreglufólk, sum handtaka ein mann, sum verður hildin at vera illgerðarmaðurin, og leggja hann niður á vegin.
/ritzau/










