LØGMANSSTEYPIÐ
Finalan um løgmanssteypið verður framvegis á Ólavsøku. Higartil hevur tað verið soleiðis, at í síðsta lagið fyrst í juli hevur verið greitt, hvøji tvey feløg skulu standa fyri fótbóltsundirhaldinum Ólavsøkudag. Soleiðis verður tað ikki næsta ár.
Sambært uppskoftinum um steypakapping, sum FSF leygardagn legði fyri feløgini, so verður seinna hálvfinalan ikki fyrrenn sunnudagin 24. juli ella fimm dagar undan sjálvum finaludegnum.
Sum áður umrøtt so hevur FSF havt ætlanir um, at tað skal farast frá bólkaumfarinum í steypakappingini, sum tey seinastu árini hevur verið mett lítið áhugavert. Í staðin verður cup skipanin galdandi frá fyrsta umfarinum, sum er ásett at vera spælt 13. mars. Tá skulu átta feløg spæla um fýra pláss í áttanda parts finaluni.
Áttanda parts finalan verður 20. mars ella vikuskiftið frammanundan, at fyrsta umfarið í landskappingini verður á skránni.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar Kristi Himmalferðardag ella hósdagin 5. mai. Í hálvfinalunum er ætlanin at spæla bæði á heimavølli og útivølli. Tann fyrra verður mikudagin 6. juli, og tann seinna verður sunnudagin 24. juli, og so verður tað greitt, hvørji feløg skulu fyrireika seg til finaluna, sum verður á Ólavsøku.