Fimm bilar til húsavørðarnar

Flottir síggja teir út. Teir fimm Citroen-bilarnir, sum Húsavarðatænastan í gjár fekk lyklarnar til.
Og tað er lítið at ivast í, at húsavørðarnir hava tørv á bilunum. Síðani Jens Kristian Hansen og Sámal Erik Hentze fyri fimm árum síðani stovnaðu egið virkið, hevur byrðurin at kalla bert verið undan.
Soleiðis starvast í dag 16 mans hjá fyritøkuni, sum tekst við mest sum alt vanligt timbur- og snikkaraarbeiði.
Framvegis verður tó hildið fast í upprunan hjá virkinum, ið - sum navnið sigur  er at virka sum húsavørðar. Tað vil siga, at fólk, stovnar og virki her hava møguleika at keypa sær sín egna húsavørð í ávist tímatal. Ein tørvur sum kanska serliga er til staðar hjá smærri virkjum, sum fegin vilja hava eina fasta avtalu um slíkt arbeiði, men har støddin tó ikki er til at seta fólk í fult starv til endamálið.