Gjáramorgunin gjørdi løgreglan eitt ferðsluátak í syðra parti av Eysturoy, har tey hugdu eftir bilførarum og bilum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at fimm bilar vórðu steðgaðir, og hetta førdi til ikki færri enn trý mál.
- Ein bilførari koyrdi í frádømingartíð, ein hevði einki koyrikort, og ein triði bilførari tosaði í handhildnari fartelefon.
Løgreglan sigur, at átakið, sum byrjaði stutt fyri klokkan 08 gjáramorgunin, vardi í ein góðan tíma - ella til umleið klokkan 09.