Løgreglan í Bretlandi hevur illgruna um, at talan var um morðbrand, tá fimm børn brunnu inni í enska býnum Derby gjáramorgunin. Børnini vóru millum fimm og tíggju ára gomul. Seks onnur børn og tvey vaksin fólk vórðu flutt á sjúkrahús til viðgerðar.
Løgreglan hevur tikið ein 38 ára gamlan mann og eina 28 ára gamla kvinnu í sambandi við eldin. Bæði eru úr Derby, og tey vórðu tikin í gjár.
Løgreglan sigur, at pápin í húsinum gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at bjarga børnunum. Sambært fjølmiðlunum eigur hann 17 børn, og nógvir bretar kenna hann frá ymsum sjónvarpssendingum, sum hann hevur luttikið í.










