Fimm bólkar við sama endamáli

Leygarkvøldið fer samkoman Oasan í Hoyvík at skipa fyri enn einum sangkvøldi.

 

Tey ið dáma væl at lurta eftir sangbólkum og solistum, fáa eitt gott høvi til hetta í Oasuni.

Hetta kvøldið fara fimm bólkar at framføra tað sum liggur teimum á hjarta.

Talan er í fyrsta lagi um Oasubrøðurnar, sum er á heimavølli hetta kvøldið. Umframt teir verður eisini høvið at hoyra Petur Hermansen úr Havn, Ecclesia úr Klaksvík, Dia Hvannastein úr Kalbak og Zamar úr Runavík. Onkur vitnisburður verður eisini at hoyra.

Sagt verður, at eftir sangin verður ein góður drekkamuður við onkrum afturvið.