Fimm ár síðani Víkingur vann í Klaksvík

Á Tvøroyri verður bíðað við spenningi eftir, um teirra lið ímóti 07 Vestur fer at megna sama avrik á heimavølli sum mikudagin ímóti HB

Í fjør tapti KÍ bara ein dyst. Tað var í steypafinaluni, tá ið Víkingur vann á meistarunum úr Klaksvík

Seinnapartin verður fult umfar í bestu deildini. Mikudagin argaði vindurin í fleiri støðum. Soleiðis verður tað ikki í dag. Forsøgnirnar siga frá vindi upp til 5 metrar um sekundið, av avfalli verður millum lítið og einki, og hitin verður umleið 8 stig.

 

At tað er so stutt millum umførini vísir seg at hava við sær, at tað verður skift eitt sindur út soleiðis, at tað ikki altíð eru teir somu 11, ið eru á vøllinum frá dystarbyrjan, og fleiri aðrir verða skiftir inn.

 

Víkingur er á veg til Klaksvíkar, har teir í Eysturkommunu ikki hava vunnið fulla úrtøku síðani 6. mai 2018. Fyrr í ár hava liðini dystast í tveimum finalum, og KÍ vann bæði stórsteypadystin og finaluna í Klaksvíkskappingini.

 

Í TB leguni er spenningurin sera stórur, nú teir fyrireika seg at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur. Málleysi javnleikurin mikudagin á heimavølli ímóti HB hevur av álvara birt vón um, at tað bíða sigrar.

 

Á Argjum verður B36 gestur í grannauppgerð. Í fýra teimum fyrstu umførunum er tað ikki eydnast AB at vinna stig og skora mál. AB hevur ikki vunnið stig á heimavølli ímóti B36 síðani 19. august í 2018, tá ið úrslitið var 1-1.

 

Hóast tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti TB, so er HB stórfavorittur á heimavølli ímóti ÍF, sum vísti fínan hugburð mikudagin, tá ið tað endaði við 3-0 heimasigri ímóti EB/Streymi.

 

EB/Streymur verður aftur í dag á útivølli í oyggjauppgerð. Mikudagin kendu Sigfríður S. Clementsen og hansara menn seg ikki hava marginalirnar á sínari síðu. Tá lá í luftini, at tað í seinna hálvleiki skuldi eydnast at javna til 1-1, men so sá liðformaðurin Andras Ó. Olsen gula kortið fyri aðru ferð, ÍF økti við brotssparki um munin til 2-0 og so var liðugt. Í dag er Andras Ó. Olsen leikbannaður ímóti B68.

 

B68 hevur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku. Onkra ferðina fyrr í ár hava toftamenn kent marginalirnar av álvara at hava koppað ímóti. Ímóti EB/Streymi á heimavølli eigur møguleikin at vera størri, enn hann var mikudagin, tá ið tað á Svangaskarði og ímóti Víkingi endaði 3-3.

 

 

 

 

 

KÍ – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

B68 – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 16.00

 

HB – ÍF: Petur Reinert kl. 15.00

 

AB – B36: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

TB – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

 

 

440013212
HB431010110
B364301849
Víkingur42111167
ÍF4202526
EB/Streymur4202456
07 Vestur4112574
B6840225102
TB40132161
AB40040100

 

 

 

Í fjør tapti KÍ bara ein dyst. Tað var í steypafinaluni, tá ið Víkingur vann á meistarunum úr Klaksvík