Fimleikurin aftur í gongd

Nú fimleikaárið er byrjað aftur, skipaði Havnar Fimleikafelag fyri tilmelding á Stórheyggi leygardagin, 31. august. Nógv møttu, og lagið var gott, tá allir fimleikararnir hittust til enn eitt fimleikaár

Fimleikur

Verður tikið samanum, so gekk tilmeldingin stak væl, og nevndin fór væl nøgd til húsa aftur ? eisini tí met varð sett í tilmelding, tá ikki færri enn 911 fimleikarar teknaðu seg til fyri veturin.
Farna vetur vóru umleið 1.100 limir í Havnar Fimleikafelag, og í ár roknar nevndin við á leið sama tali. Høvuðsorsøkin til, at HF ikki metir vøksturin í ár at vera nakran serligan er, at hølisviðurskiftini og venjaraspurningurin seta síni krøv.
Grundað á stóra áhugan at íðka fimleik í felagnum, hevur nevndin saman við venjaranum gjørt av at seta mark fyri, hvussu nógvir limir kunnu venja á hvørjum liði. Um felagið skal varðveita trygdina hjá limunum og dygdina í felagnum, er avgerðin alneyðug.
Felagið kann ikki hýsa øllum, ið ynskja at íðka í fimleik í felagnum. Hóast felagið í høvuðsheitum er í høllini á Stórheyggi, og har hevur møguleika at skilja høllina í tvær hallir, soleiðis at tvey lið kunnu venja í senn, er hetta ikki nøktandi í mun til tað, sum felagið kundi hugsað sær at fyriskipað.
Avgerðin er ikki, og óivað eru fleiri, ið eru komin á gátt, men sum hava verið noydd at venda við, tí liðið, sum tey ynsktu at venja við, var fult teknað. Nevndin er sera hørm um hetta, men sum sagt er avgerðin alneyðug,
Fyri í stuttum at nevna tiltøkini, hetta til jóla, so verður fvíst á, at rútmudagur, stuðulsrenning, amboðsdagur, venjingar til fagnaðin og venjingarlega fyri stórkappingarlið verða fyriskipað afturat »FM-skúlanum« og føstu venjingartímunum.
Allar fyrireikingar, ið nevndin í Havnar Fimleikafelag hevur arbeitt við, hetta til fimleikabyrjanina 2002/2003, eru lagdar til rættis, soleiðis at allir fimleikararnir, nýggir sum royndir og ungir sum eldri, aftur í vetur kunnu fáa avbjóðingar og upplivingar í størsta fimleikafelagnum í landinum.