Tá er ætlanin at skipa fyri ymiskum tiltøkum og eini gallaveitslu. Samstundis við hetta kunnu limirnir í felagnum sleppa til fimleikafagnaðin sum verður um sama mundið.
Evnið í ár verður Ein ferð kring jørðina og er ætlanin at lýsa hetta við rørslum, ljóði og ljósi.
- Vit ætla at gera alt fyri at vinna. Vinna vit, so fáa vit steypið til ognar, verður sagt frá felagnum.
Støkk fer eisini at síggjast á Eystanstevnuni, tá limir í felagnum fara at hava ein heldur øðrvísi fimleikaframsýning saman við Trølla-pæturi og Ommuni.
Ætlanin er m.a. at læra ommuna at gera estetiskan fimleik, meðan Trøllapætur skal royna seg við amboðsfimleiki.
sb.