Fimleikarhøllin í Runavík nærkast

Fyrr í summar samtykti býráðið í Runavíkar kommunu at fara undir at fyrireika bygging av fimleikarhøll í Runavík. Ætlanin er nú komin so langt ávegis, at arbeiðið er bjóðað út og hava fimm heildarveitarar bjóðað seg fram til at byggja høllina.

- Ætlanin er at gera eina nútímans fimleikarhøll, sum umframt at hýsa øllum vanligum fimleiki, eisini eggjar øðrum at verða virkin í nýggju kørmunum. Høllin verður bygd soleiðis, at hon eisini gevur rúm fyri alternativum virksemi til rørslu, javnvág, spæl og annað. Í høllini verður eisini opið spæliøki, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál, tá ræður um eitt sunt og virkið lív. Fimleikarhøllin verður soleiðis ein miðdepil fyri borgararnar í kommununi.

Úr Runavíkar kommunu verður sagt, at høllin eisini skal kunna brúkast til størri tiltøk, eitt nú ráðstevnur, stórar framsýningar og annað. Hon skal eisini kunna knýtast saman við verandi ítróttarhøll, soleiðis at báðar hallirnar kunnu brúkast saman.

- Eftir eina tilgongd, har brúkarar eru hoyrdir, er nú komið so langt áleiðis, at byggiskráin er góðkend av býráðnum, verður lagt aftrat.

Hví býráðið hevur raðfest eina fimleikarhøll ovarliga, kemst av, at ítróttararlívið í kommununi er ógvuliga virkið, og hevur fimleikurin havt sera vánaligar karmar at húsast undir. Fótbólturin og hondbólturin koma eisini at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum.

- Umframt at skapa nútímans karmar til fimleikin, ynskti býráðið harumframt at skapa nakað meira, soleiðis at allir borgarar í kommununi kunnu fáa gleði av høllini. Nýggja høllin skal eggja og bjóða inn til, at annar aktivitetur eisini verður ein náttúrligur partur av virkseminum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen.

Jastrid Weihe, forkvinna í Støkk, hevur saman við limum úr Støkk, NSí ogTjaldur, sitið í bygginevndini, har tey hava greinað, hvat høllin skal kunna brúkast til.

- Hetta sær út til at verða ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum kemur at verða eitt stórt framstig fyri ítróttin í kommuni, sigur Jastrid Weihe.

Ætlanin er, at nýggja fimleikarhøllin skal standa liðug og klár at taka í nýtslu á heysti í 2013.

Á myndini sæst, hvar nýggja fimleikarhøllin í Runavík skal byggjast - millum fótbóltsvøllin og ítróttarhøllina.