Gjáramorgunin fóru fimm av okkara bestu fimleikarum til Írlands at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki.
Tey eru: Elsbet Dalbø, Lív B. Árting, Anita S. Davidsen, Hjálmar A. Dalsgarð og Aron Jacobsen. Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina.
Fimleikarar í hesi kapping eru millum heimsins bestu, og tí verður sera spennadi at vita, hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg til kappingina. Kappingin er í dag, og í morgin verða vinalurnar.
– Men tað eru ikki bara fimleikarar, ið eru farnir avstað. Vit hava tveir dómarar við til kappingina: Anna Margit Thomsen og Eyvind A. Hansen, sigur Harald Joensen frá Føroya Fimleikasamband, sum eisini er við sum ferðaleiðari og hevur ábyrgdina av amboðssíðuni í Føroyum.
Ferðaliðið verður aftur í Føroyum mánakvøldið.