Fimleikarar kappast í Norðurírlandi

Sjey av bestu føroysku fimleikarunum luttaka um vikuskiftið í Northern European Championships

Í gjár fóru sjey av teimum bestu føroysku fimleikarunum til Norðurírlands at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki.



Fimleikararnir, sum umboða Føroyar, eru Øssur D. Eiriksfoss, Olivur D. Eiriksfoss, Ari Sakarisson, Bogi Berg, Katrin Wardum, Annika B. Hansen  og Anita S. Davidsen.

 

Venjari hjá dreingjunum er Valery Savins og hjá gentunum Alida Savina.



Fimleikararnir, sum luttaka í kappingini, eru millum heimsins bestu, og tí verður spennadi at vita, hvussu føroysku fimleikararnir fara at klára seg. Kappingin verður leygardagin, og finalurnar vera sunnudagin.

 


Ikki bara føroysku fimleikararnir eru farnir avstað, tí tríggjar dómarar úr Føroyum eru farnir við til kappingina. Teir eru Eyvind Akraberg Hansen, Pól Espern H. Hansen og Heini í Dali. Við frá Fimleikasambandinum er Harald Joensen.