- Eitt føroyskt fimleikafelag vendi sær í 2007 til Dátureftirlitið fyri at gera vart við, at ein føroysk heimasíða endurgav myndir frá felagsins heimasíðu á ein bæði særandi og villleiðandi hátt. Millum annað hevði heimasíðan nærmyndir av ávísum kropslutum hjá íðkandi fimleikarum. Eftir at fimleikafelagið hevði gjørt vart við hetta, vórðu myndirnar tiknar av heimasíðuni, stendur á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.
Ingunn Eiriksdóttir greiðir frá, at millum annað stóðu tekstir sum.
- Hvar er hendan hondin á veg?
Hon vísir somuleiðis á, at onkrar av myndunum vóru viðgjørdar, og eisini vóru orð løgd í munnin hjá áskoðarum.