Fimleikahøllin við Løkin reist

Arbeiðið at gera nýggja fimleikahøllin við Løkin í Runavík er nú komið so mikið væl áleiðis, at í vikuni varð høllin reist, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.

Í tí sambandi fingu býráðslimir, bygginevndarlimir og umboð fyri teknisku umsitingina eina rundvísing á byggiplássinum, og aftaná var reisigildi.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, takkaði Búsetur fyri gott samstarv og fegnaðist um, at verkætlanin við fimleikarhøll við Løkin nú er komin so væl áleiðis.

Fimleikarhøllin er eitt stórt byggiverk við øgiligum nøgdum av tilfari, og sperrurnar eru óvanliga stórar og sverar.

Nú verður farið undir at inniloka høllina.