Fimleikafundur

Hósdagin hevur Havnar Fimleikafelag aðalfund. Nevndarval er á skránni, men eisini verður kunnað um ymisk tiltøk, sum nevndin arbeiðir við

fimleikur

Hósdagin 10. juni kl. 17.00 verður aðalfundur hjá Havnar Fimleikafelag.
Fundurin verður hildin úti í høllini á Stórheyggi og er skráin samb. lógum felagsins. Viðmerkjast kann at tað eru eingin stórmál á skránni hesaferð.
Í nevndini ídag sita Anni Kyster Durhuus, formaður, Karina Nattestad, næstformaður, Erla Mikkelsen, kassameistari og Olga Knudsen, skrivari. Tað eru formaðurin og skrivarin sum standa fyri vali og stilla báðar uppaftur.

Hjálpideildir
Nevndararbeiðið hjá Havnar Fimleikafelag er hátta á tann hátt, at nevndin hevur hjálpideildir afturat sær. Nevnast kunna, limadeild, fimleikadeild, tíðindadeild og stuðladeild. Hesar verða ikki beinleiðis valgdar á aðalfundinum, men skulu kunngerðast her.
Tey sum vóru í hesum deildum í fjør vóru Valborg Joensen, sum tekur sær av øllum viðvíkjandi limagjaldinum, Ása Poulsen sum hevur við rútmuliðini at gera, Guðrun Guðjónsson sum hevur ábyrgdina av Stórkappingarliðunum, Maj Johannesen, sum tekur sær av teimum vaksnu í felagnum, Pætur Niclassen, tekur myndir til øll tiltøkini, sum felagið skipar fyri, Jákup av Skarði, sum hevur við kunningina í felagnum at gera, Elsba Danielsen, Joan Petersen og Gunri Johannesen, sum hava ábyrgd av teimum praktisku tingunum viðv. tiltøkunum og tilseinast Mariann Reinert, sum júst nú hevur fingið ábyrgdina av amboðsliðunum í felagnum.
Um nevndin hevur broytingar hesum viðvíkjandi, skal tað sum sagt kunngerast á aðalfundinum.

Í summarsteðginum
Hóast fimleikurin er í summarfrí, so hevur felagið nógv jørn í eldinum í løtuni.
Fyrireikingarnar til komandi ár eru í hásæti og brúkar nevndin nógva orku til hesar fyrireikingar.
Nevndin hevur eftirmetingarfundir av árinum í fjør og útfrá hesum, gerðir nevndin saman við deildunum eina verkætlan fyri komandi veturin.

Leygardagin 24. juli
Eisini skal felagið hava stórt tiltak á gongugøtuni í Havn leygardagin 24. juli. Ætlanin er at hava mat og bommtombula, sølubúð við vaflum, kaffe og te, fiskibrunn, pylsuvogn, og barnakarosell. Eisini fara FM fimleikarar at leypa á airtrack, sum er ein lang mátta full við luft. Ætlanin er eisini at áskoðararnir, skulu sleppa at royna seg, á airtrackinum. Og so fara ung at vísa okkum hvat rørist í dansiverðini millum tey ungu.