Komandi vikuskifti hevur Støkk árliga fimleikaframsýning í ítróttarhøllini í Runavík. Leygardagin 27. mars byrjar framsýningin klokkan 15.00 og sunnudagin 28 mars klokkan 16.00.
Øll liðini hjá felagnum eru við til framsýningarnar báðar dagarnar, tó verða merkir og íðnisprógv handaði sunnudagin.
Framsýningarnar eru mettar at vara umleið 2 1/2 tíma fyrra dagin og 3 tímar seinna dagin.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, eitt nú móðir og barn, børn 5-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, ungar kvinnur, aerobic, reiðskapslið, stór-kappingarlið og blandað lið við kvinnum og monnum.
Við í framsýningini verður eisini afturvendandi tiltakið við grýlum. Eisini skipar felagið fyri páskaeggjatombola og kaffisølu í gongini í ítróttarhøllini báðar dagarnar.
Atgongumerkjasølan byrjar 1 tíma áðrenn framsýningina. Kostnaðurin er 60 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.