Fimleikafagnaðurin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin kl. 18 og sunnudagin kl. 15 og 18.
Fimleikasamband Føroya sigur í kvøld, at tey luttakandi feløgini verða hesi:
Fimleikafelagið Flog
Fimleikafelagið Støkk
Havnar Fimleikafelag
Fimleikafelagið Ljósið.
Feløgini koma at luttaka við í mesta lagi 100 fimleikarum í øllum aldrum.
Evnið, sum feløgini skulu vísa í ár, er: 13
Feløgini skulu lýsa evnið við fimleiki, ljósi, ljóði, samanspæli og heildarmynd.
Tað verða íalt 13 dómarar, sum koma at taka avgerðina um hvat felag skal vinna, eftir at hava sæð framførslurnar tvær ferðir.