Á fimleikafagnaðinum, sum verður vikuskiftið 5. - 6. november, koma vit at síggja feløgini kappast við sýningum av ávísum evnum, sum eru »Ein dreymur«, »Føroyskar sagnir«, »Tær sjey deyðssyndirnar« og »Snjóhvíta«.
Tey luttakandi feløgini verða Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið. Feløgini koma at luttaka við í mesta lagi 120 fimleikarum í øllum aldri.
Fimleikafagnaðurin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin tann 5. novembur kl. 15 og kl. 17 og 6. november kl. 15 og 18.