Dagurin verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík frá kl. 10.30 til kl. 14.00. Byrjað verður við at Silvi hitar upp og síðani sleppa børnini at royna seg í airtrack,springbana, bita, ringum, trampolin, springbana, ringum, forskotnari barr og í estestiskum fimleiki, so tey fara neyvan at keða seg. Kostnaðurin fyri barnið er 50 kr., og er okkurt leskiligt aftaná strævna dagin tá eisini íroknað.