Fimleikaárið stendur fyri framman

Sunnudagin 29. august verður tilmelding hjá Havnar Fimleikafelag í høllini á Stórheyggi

Nú mánadagin byrja venjingarnar í Havnar Fimleikafelag og verður tí skipað fyri tilmelding sunnudagin frá kl. 15:30 til kl. 17. Av tí at talan er um størsta fimleikafelag í landinum er sjálvsagt avmarking á øllum liðum. Men er onkur, ið ikki fær møtt á Stórheyggi, ber til at ringja í høllina frá kl. 16:30. Limagjald verður goldið, tá ið meldað verður til.

Havnar Fimleikafelag hevur breiða undirtøku og fevna venjingarnar tískil frá smáum børnum, umvegis úttøkuliðum, til bæði eitt og tvey ættarlið eldri. Undirtøkan fyri "Kom í Form" er sjón fyri søgn, at felagið hevur rakt seymin á høvdið. Kostnaðurin at luttaka á ymsu liðunum er ymiskur alt eftir hvørjum aldri og liði, tú luttekur á. Kostnaðurin er úr 350 upp til 600 krónur, men luttekur tú á fleiri liðum, verður goldið fyri eitt lið og síðani 200 krónur fyri hvørt lið afturat.

Felagið er tó longu farið til verka við inspiratións-skeiðum og komandi vikuskifitið verður Pilates-skeiðið, ið Hanna Dalsgarð undirvísir í.

Fyri at tryggja øllum fimleikarunum góða frálæru, skulu sjálvsagt nógvir venjarar til og teir flestu eru venjarar, ið traðkað til ár eftir ár. Hetta tryggjar kontinuitet og gevur felagnum tryggleika at seta nógvar venjingar út í kortið.

Afturat teimum venjarum felagið hevur, er Havnar Fimleikafelag eisini ógvuliga fegið um, at tvey kend nøvn somuleiðis hava játtað at verða venjarar komandi vetur. Høgni Rúnason Øster og Sóleyð Ísaksdóttir eru millum teirra, ið hava traðkað barnafimleikaskógvar í Havnar Fimleikafelag, síðani hava tey roynt seg uttanlands og leita nú heim aftur til felagið.

Høgni Rúnason Øster fer komandi vetur at undirvísa eldru kappingarliðunum í reiðskapi, meðan Sóleyð Ísaksdóttir undirvísir í Pilates, Styrki og konditón, Yoga og avspenning, Modernaðum dansi, eins væl og í Hip Hop.

Havnar Fimleikafelag spennir víða, og tískil verður skipað fyri nógvum øðrum tiltøkum, ið á ymsan hátt hava samband við fimleik. Nevnast kunnu til dømis rútmukappingin 27. november og amboðskappingin, ið verður í januar. Stuðulsrenningin (5. mars. 05) er tiltak, ið vaksandi undirtøka er fyri og sjálvsagt verða bæði loppumarknaður á Stórheyggi (30. oktober 04) og tiltak í SMS (13. nov. 04).

Tó er serligt fyri hetta fimleikaárið, at Havnar Fimleikafelag hevur 95 ára føðingardag. Slíkur føðingardagur sæst sjálvsagt aftur í vetrarhálvuni og verður kunnað um hetta seinni. Dagurin 11. desember 2004 er settur í skránna, so kunningin um tiltøk í sambandi við føðingardagin verða á prenti áðrenn november-mánaður er runnin.

Fimleikaframsýningarnar 12. og 14. mars vísir áskoðarunum part av tí, fimleikararnir hava tikist við um veturin og sigast kann, at støðið í framsýningunum er hækkað munandi seinastu árini. Frá tí, at áskoðarar fingu ófrið á seg, tí skráin kanska var heldur drúgv, eru framsýningarnar settar saman í heild, soleiðis at áskoðarin verður undirhildin frá byrjan til enda.