Fimleikaálmanakki

Havnar Fimleikafelag gevur út álmanakka fyri 2008. Í álmanakkanum er stórur dentur lagdur á myndirnar, har fimleikarar síggjast í kappingum av ymsum slag. Endamálið við álmanakkanum eru tvinni. Annað er, at vísa hvussu flottur fimleikur er. Og hitt, at fáa pening til vega til elstu kappingarliðini hjá felagnum. Myndir og layout hevur Hannis P. Wardum staðið fyri og Joan Petersen hevur verið samskipari. Álmanakkin kostar 100 kr. og er til sølu í bókabúðunum, eins og limir hjá Fimleikafelagnum fara at selja hann.