Filmurin Druk tilnevndur Golden Globe

Tað er fyrstu ferð síðani 2016, at ein danskur spælifilmur verður tilnevndur eina Golden Globe-heiðursløn.

 

Danski filmurin »Druk« hjá Thomas Vinterberg er tilnevndur eina Golden Globe í greinini Besti útlendski filmur.

Golden Globe Award er ein amerikonsk filmsheiðurslønarhandan, sum verður hildin á hvørjum ári í Hollywood Foreign Press Associaton (HEPA).

Thomas Vinterberg er fegin um tilnevningina.

– Vit hava bíðað í spenningi, og tí eru vit sera fegin løtt um hjartað.

– So eru vit bara í góðum lag júst nú, sigur Thomas Vinterberg.

Tað er triðju ferð, at ein filmur hjá Thomas Vinterberg er tilnevndur eina Golden Globe. Áður hava filmirnir »Jagten« og »Festen« verið tilnevndir.

##med2##

Thomas Vinterberg er tann einasti danski filmsleikstjórin, hvørs filmar hava verið tilnevndir heilar tríggjar ferðir.

Harumframt er »The Undoing« hjá donsku Susanne Bier tilnevndur í greinini Besta miniseria.

/ritzau/