Í dag eru liðin 120 ár síðani tann fyrsti "oriligi" filmurin varð vístur.
Fleiri royndir vóru gjørdar áðrenn, men tann 28. desember í 1895 verður roknaður sum dagurin, tá tann fyrsti filmurin varð sýndur. Tað var tá Lumiere-brøðurnir í Grand Cafe á Boulevard des Capucines í París á fyrsta sinni høvdu gjaldandi áskoðarar til filmin, teir høvdu gjørt: La Sortie des ouvriers de l'usine Lumiére.
TRÝST HER fyri at síggja fyrsta "ordiliga" filmin.









