Altjóðagerð
Í kvøld klokkan 19.30 verður filmur og kjak í Miðlahúsinum í Vágsbotni undir heitinum, "Arbeiðararættindi í altjóðagerðini".
Filmurin, "Globaliseringens ofre", sum er umrøddur í aðrari grein á heimasíðuni, verður sýndur, og somuleiðis verður pallborð við kjaki.
Við pallborðið sita: John Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, Heðin Zachariassen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri fundinum í Miðlahúsinum. í kvøld.