Epic Movie snýr seg um fýra ung fólk, sum millum annað enda saman við einum svøkum Willie Wonka og einum ónærisligum Aslan frá Narnia. Vit byrja í Paris á Louvre, og har skulu vit eitast at flenna eftir einum albino, sum vit kenna frá The da Vinci Code, men hetta er so óendaliga langt frá stuttligt, bert óluksáliga pínligt.
Vit kenna hetta filmslagið heilt aftur til t.d. A Shot in the Dark (1964) og teir hjá Mel Brooks, so sum Blazing Saddles (1974). Seinni komu klassikarar sum Airplane! (1980), Spaceballs (1987) og í 90’unum Robin Hood: Men in Tights (1993). Scary Movie (2000) rakti botnin, og síðani eru vit komin til Date Movie (2006) og Epic Movie (2007), men hesin er tann reina skræpa.
Tað er ikki eitt líkinda gott orð at siga um hendan filmin, enn at hetta er ein køstur, og at slíkir eru ikki verdir at dvølja við. Sjálvt Scary Movie er djúpur og hámentan í mun til hetta. 92 ræðuligir minuttir. Hann er loyvdur øllum yvir 11 ár, men tað burdi staðið ”loyvdur øllum sum hava ein IQ undir 30”.
Eg vil ikki viðmæla nøkrum sum er í ordan at hyggja eftir hesum filminum.
Leikandi:
EdwardKal Penn
PeterAdam Campbell
White BitchJennifer Coolidge
LucyJayma Mays
SusanFaune Chambers
WillyCrispin Glover
Leikstjórn og leikrit (ella mangul á sama): Jason Friedberg og Aaron Seltzer. Frumframførdur í Havnar Bio, 27 apríl.