Fyrst í komandi ári fer Barnabati at víðka um virksemi hjá Tú & Eg Ráðgevingini.
– Sum er, veita vit ráðgeving til børn og ung umvegis telefon, brøv og kjatt, men fyrst í komandi ári fara vit eisini at veita ráðgeving umvegis SMS, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata.
Tú & Eg Ráðgevingin svarar øllum brøvum innan 10 dagar. Kjatt ráðgevingin hevur, sum er, opið mánakvøld og hóskvøld frá klokkan 20:00 til 22:00. Hetta virksemi verður nú tvífaldað. Kjattið og telefonin verða eisini opin frá klokkan 13:00 til 15:00 mánadag og hósdag.
SMS ráðgevingin verður svara hvønn yrkadag.
Nýggj heimasíða er undir menning. Øll brøv sum verða send til Tú & Eg Ráðgevingina verða løgd inn á heimasíðuna, tá ið ein ráðgevi hevur svarað brævinum. Øll ráðgeving er dulnevnd.
– Tað vil siga, at áðrenn vit leggja brævið á heimasíðuna, tryggja vit okkum, at einki stendur í brævinum, sum kann geva eina ábending um, hvør tað er sum leitar sær hjálp, sigur Djóni J. Eidesgaard.
– Eisini fær ungdómsportalurin inni á nýggju heimasíðuni hjá Barnabata eitt meira fjølbroytt innihald. Her fara børn og ung at kunna leita sær upplýsingar um nógv ymiskt, sum tey kunnu møta í sínum ungdómsárum, sigur hann.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja filmin