Filmsupptøkur í Vestmanna

Upptøkur til spælifilm hava verið gjørdar í Vestmanna í dag

Talan er um royndarupptøkur í Fonsdali og Bjarnadali til ein ræðufilm.

 

Tað er Gudmund Helmsdal, ið er leikstjóri.

 

Fleiri vestmenningar hava verið við í upptøkunum. Hetta skrivar Vestmanna kommuna. 

 

 

 

Filmsupptøkur í vár

 

Ein størri filmsframleiðsla fer av bakkastokki í Vestmanna í apríl, tá ið upptøkur skulu gerast til ein týskan spælifilm, ið fer fram fyrst í 1800-talinum.

 

Í hesum sambandi verður leitað eftir monnum úr bygdini millum 40 og 60 ár at spæla sjómenn. Tað er ikki neyðugt at hava royndir sum sjónleikari.

 

Áhugaðir kunnu venda sær til Anny Thorsen á telefon 598230.

 

 

 

Spælifilmur um slupp úr Vestmanna

 

Vandaferð eitur spælifilmur, sum eisini skal takast upp í Vestmanna.

 

Filmurin snýr seg um, tá sluppin Union Jack var bumbað av týskum kavbáti í 1940 og um tey bæði samdøgrini eftir, tá ið roynt var at finna land í árabáti, sum menn høvdu lívbjargað sær uppí, troyttir og svangir og í summum førum eisini særdir.

 

Hetta er ein kostnaðarmikil spælifilmur og øll fígging er ikki fingin til vega enn. Nær upptøkurnar byrja er tí ógreitt.

 

Gudmund Helmsdal er eisini leikstjóri á hesum filmi.