Filmurin ?No Greater Love? verður vístur í Nebo í kvøld Filmssýningin av ?No Greater Love - first love, second chance? í Nebo byrjar klokkan 19.30 í kvøld.
Talan verður um frumfilmssýningina í Føroyum av hesum í útlondum sera vælumtókta filminum, sum hevur fingið sera góð ummæli. Tað er ókeypis at sleppa til filmsfrumsýningina í Nebo í kvøld.
Ì stuttum er filmurin um Jeff Baker, sum einsamallur má uppala sonin hjá sær, Ethan, tí mamman, Heather Baker rýmir frá manni og soni, aftaná Ethan er føddur. Jeff og Ethan hoyra ikki orð ella eið frá Heather í fleiri ár.
10 ár seinni ætlar Jeff at giftast aftur, men tá møtir hann knappliga fyrru konini, Heather aftur undir óvanligum umstøðum.