Johnny Depp verður neyvan aftur at síggja í Pirates of the Caribbean, sum captain Jack Sparrow, men sambært Bloomberg hevur Netflix ætlanir um at stuðla Depp í hansara royndum at koma innaftur í filmsvinnuna.
Netflix stuðlar við bæði at fíggja og stroyma tann fyrsta og higartil einasta filmin, ið Depp er biðin um at virka í eftir nógv umtalaða rættarmálið ímóti eks-konuni Amber Heard.
Fyrsti filmurin hjá Johnny Depp síðani 2020 verður franski filmurin “La Favorite”. Johnny Depp skal spæla kong Louis tann 15, ið ráddi yvir Fraklandi árini 1715 til 1774
Nógv umtalaði sjónleikarin skal spæla á fronskum á fyrsta sinni í síni drúgvu yrkisleið. “La Favorite” er eisini ein partur av nýggju avtaluni, sum Netflix og aðrar stroymingartænastur hava við franskar biografar, um eina røð av franskt-mæltum filmum.
Bloomberg hevur skrivað hesi tíðindini frá tveimum dulnevndum keldum, ið sigast at verða tætt at tilgongdini.