Filmshús skal tryggja filmsvinnuna

Eitt føroyskt filmshús skal tryggja samanhang millum førleikamenning, framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fekk í dag handað álitið: "Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti." Tað er Klippfisk, sum hevur gjørt álitið.

 

Sambært álitinum skal Filmshúsið at skapa eitt framhald, ið higartil ikki hevur verið í føroyskum filmi, so samanhangur fæst millum førleikamenning, framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi.

 

- Filmshúsið fer at verða eitt savningarstað fyri filmsumhvørvið. Húsið skal stuðla filmsundirvísing og framleiðslu, og umsita Filmsgrunnin. Húsið skal kunna um føroyskan film uttanlanda, og menna samstørv og sambond við útlendskar framleiðarar. Harumframt skal Filmshúsið hava ábyrgdina av at savna allar føroyskar filmar í eitt filmsavn, so teir verða tøkir og kunnu koma øllum føroyingum til góðar, skrivar Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari.