Filmsýning og kjak um grindadráp

Komandi dagarnar verður boðið inn til filmsýning um grindahvalin og kjak um drápið ymsastaðni í landinum.

Seinastu árini hevur grindadráp fylt so sera nógv í huganum á mangum føroyingi og so sanniliga eisini teimum, ið staðiliga eru ímóti, at vit drepa grindahval. Mangir útlendingar hava roynt at gjørt sítt til at steðga grindadrápi við ógvusligum og niðrandi viðmerkingum um føroyingar á alnótini, men nú verður eitt tiltak innanlands, har bæði viðhalds- og mótstøðufólk av grindadrápi fáa møguleika at koma til orðanna á siðiligum grundarlagi.

Tað er Marna Fríða Olsen, ið er djóra- og umhvørvisverndarfólk, sum hevur sent fjølmiðlunum tíðindaskriv, har boðað verður frá, at filmurin Grindahvalur fer at blíva sýndur fram ymsastaðni í landinum ta komandi vikuna. Eftir filmsýningina verður boðið til sakligt kjak. Rúni Nielsen fer at sýna filmin fram saman við Marnu Fríðu Olsen.

Ætlanin er at hava ein dialog um etiskar spurningar í samband við grindadrápi og um positiv alternativ til hendan gamla siðin, sum so nógv ósemja er um, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Um filmin Grindahvalur verður skrivað, at hann er ein flottur og upplýsandi dokumentarfilmur, ið er 30 minuttir langur. Filmurin er gjørdur av filmsfólki í Onglandi í samstarvi við umhvørvisáhugaðum føroyingum. Filmurin var frumsýndur í Norðurlandahúsinum í januar í ár, har 300 fólk hugdu við. Síðani kom eitt gott kjak burturúr, og hetta kjakið vóna fyrireikararnir verður endurtikið. 

Legendariski bretski náttúrufrásøgumaðurin, Sir David Attenborough, leggur rødd til filmin. Frásøgn og undirtekstir eru á føroyskum.

Tiltakið er ókeypis, og soleiðis verður sýnt komandi dagarnar:

 

Mikudag 3. august

Stað: Listastovan í Miðvági

Tíðspunkt: kl. 20:00

 

Hósdag 4. august

Stað: Sirkus í Tórshavn

Tíðspunkt: kl. 20:00

 

Leygardag 6. august

Stað: Atlantis Bio í Klaksvík

Tíðspunkt: kl. 14:00

 

Mánadag 8. august


Stað: Seglloftið á Tvøroyri

Tíðspunkt: kl. 20:00 Pál Weihe verður at svara spurningum um heilsuárin av grind og spik