Filmir og bókmentir á G

Marianna Mørkøre, sum tekst við móta, films- og fotolist, skipar í samstarvi við G! Festival og Outsider Magazin fyri forvitnisligum films- og bókmentatiltaki Møguleiki er fyri at síggja, hoyra og uppliva ymisk sløg av nýggjari list, bæði føroyskari og útlendskari.

 

Tiltakið verður leygardagin, 21. juli, kl. 15 í backstage høllini, G!ult, ið er omanfyri Tøting. Tiltakið er opið fyri øllum, og ókeypis er fyri festivalgestir. Fólk uttan festivalpass gjalda fyri at koma inn.

 

Umframt filmstilfar frá Heiðrik á Heygum og Mariannu Mørkøre, eru filmar hjá Sheila Pye & Nick Pye, Kanada, Bettinu Nürnberg, Týsklandi, Tina Scherzberg, Danmark og Michelle Kettle úr Onglandi. Hetta eru útlendsk filmslistafólk, sum hava fingið nógva viðurkenning innan experimentella stuttfilmaframleiðslu.

 

Eisini verður upplestur við Kjartani Hansen, Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen og Ole Wich. Harumframt verður danskt underground beatpoetry við Claus Høxbroe, brot úr visuellu konsertini Investigation of a Dog. At enda sigur Búi Dam frá eini fangandi søgu um eina skøkju og ein prest.