Filmfestivalur um mannarættindi

Síðst í hesum mánaðinum byrjar filmfestivalurin, FIMFF, sum verður hildin í Føroyum

30. august til 2. september verður filmfestivalurin, FIMFF, hildin í Føroyum. FIMFF stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, og hetta er aðru ferð á rað, at festivalurin verður í Føroyum.

 

Her verða stuttfilmar og spælifilmar sýndir við yvirskipaða evninum ”mannarættindi”. Felags fyri allar filmarnar er, at teir onkursvegna umboða minnilutar í samfelagnum - tað veri seg minnilutar innan átrúðnað, húðarlit og LGBTQ.

 

- Málið við filmfestivalinum er at byggja brýr millum minnilutar og marginaliseraðar bólkar í Norðurlondum og restina av heiminum, sigur Nadia Abraham, stigtakari og samskipari av FIMFF.

 

- Filmur er ein ótrúliga sterkur miðil, sterkari enn vit geva okkum far um. Tískil er tað av alstórum týdningi, at allir samfelagsbólkar kenna seg aftur í filmunum. At teirra avbjóðingar og lív verða lýst, og at tey á tann hátt gerast meiri sjónlig í samfelagnum’, greiður Nadia Abraham frá.

 

FIMFF hevur fyribils kunngjørt tveir av filmunum, sum verða á skránni. Annar er ‘Disobedience’, sum Oscar-vinnandi leikstjórin Sebastián Lelio hevur leikstjórnað. Hin er íslendski ‘Andið eðlilega’ eftir Ísold Uggadóttir. Øll skráin verður avdúkað tvær vikur áðrenn festivalin.

 

FIMFF kemur at fyriganga í Norðurlandahúsinum, Perluni og Reinsarínum.