Filipinskur sendiharri vitjar í Klaksvík

Filipinski sendiharrin, Bayani S. Mercado, sum hevur sítt sæti í Oslo er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Hann legði leiðina til Klaksvíkar eftir døgurða í dag, har hann fekk eina frágreiðing um m.a. vinnu- og mentanarlívið í Klaksvíkar kommuna frá Dáva Winther, mentanarleiðara. Eisini greiddi David Im frá um integratiónspolitikkin í Klaksvíkar kommunu, sum hann hevur verið við til at orða

Filipinski sendiharrin, Bayani S. Mercado, sum hevur sítt sæti í Oslo er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Hann legði leiðina til Klaksvíkar eftir døgurða í dag, har hann fekk eina frágreiðing um m.a. vinnu- og mentanarlívið í Klaksvíkar kommuna frá Dáva Winther, mentanarleiðara. Eisini greiddi David Im frá um integratiónspolitikkin í Klaksvíkar kommunu, sum hann hevur verið við til at orða.

 

Sendiharrin var áhugaður í hvøri mentanarlig tiltøk her vóru og varð greitt honum frá Summarfestivalinum, Sjómannadøgunum, Torradøgunum, Norðoyastevnu og sjálvandi fekk Kópakonan eisini rúmliga umrøðu.

 

Hann fekk eisini til gávus nýggju bókina um kópakonuna, sum Edward Fuglø hevur givið út herfyri, saman við eini smámynd av Kópakonuni. Søgan um kópakonuna hugtók Mercado nógv, og hann kendi myndina aftur frá flogvøllinum, nú hann fekk at vita, hvat hatta var fyri ein mynd.

 

David greiddi frá, at í Klaksvík búgva um 120 fólk við fremmandum uppruna, sum umboða 35 ymisk lond – av teimum eini 15 frá Filipinunum.

 

Við vóru eisini boðin filipinar, sum eru búsettir í Klaksvík og her um vegir, sum nýttu høvið at heilsa upp á Bayani S. Mercado og fáa eitt gott prát við hann um ymisk viðurskifti á filipinskum, um ein kaffimunn.

 

Bayani S. Mercado var hugtikin av Klaksvík við sínum vørku fjøllum og sum hann skilti høvdu landsmenn hansara tað eisini gott her.

 

Sendiharrin, sum er útbúgving í altjóða samskifti frá St. Johns Universiteti í New York, spurdi um vit høvdu eitt bókasavn í Klaksvík. Jú, her var bókasavn, fekk hann at vita. Frálíkt, so fari eg at senda tykkum filipinskar bøkur til bókasavnið at læna út til filipinar her, segði hann við einum sannførandi smíli og eini tøkk fyri vitjanina Klaksvík.

 

Tað er Heini Ziska Dahl, sum hevur skipað fyri ferðini til Føroya, eisini í góðum samskifti við norska konsulinum í Føroyum, Petur Eveni Djurhuus og David Im.

Bayani S. Mercado hevur starvast fyri filipinska uttanríkisráðið síðan 1979, og hevur millum annað verið filipinskur sendiharri í ST.