Í dag hava fleiri filipinar verið og ruddað framvið høvuðsvegnum av Glyvrum og út til Runavíkar.
– Umboð fyri filipinar í økinum vendu sær herfyri til kommununa, tí tey ynsktu at geva aftur til samfelagið, sum tey eru blivin partur av. Flestu teirra arbeiða á Bakkafrost, og í summarferiuni hugsaðu tey at fyriskipa tiltakið, sum tey nevna "Summer Sports Fest and Community Clean-up", skrivar Runavíkar kommuna.
Og klokkan 9.30 í morgun fóru filipinar í kommununi so undir eitt sjálvboðið ruddingarátak framvið høvuðsvegnum av Bakkafrost og út til Barnagarðin á Mýrunum.
Hin parturin ev tiltakinum verður fyriskipaður í morgin, tá Bylgjan er karmur um ymsar ítróttarkappingar hjá eini 80 filipinum og familjum teirra.