Ein dystur var í bestu deildini í manshondbólti í gjár. VÍF vann 31-24 og hevur fingið síni fyrstu stig í landskappingini í ár. VÍF tapti fyrsta umfari fyri H71.
Filip Jojic var stórskjúttin á vøllinum. Hann skoraðu 10 av teimum 31 málinum, sum vestmenningar fingu. Heimaliðið hevði trupult við at fáa fatur á Hans Eli Sigurbjørnssyni, men við mansverju fall KÍF.
VÍF hevur nú tvey stig fyri tveir dystir, meðan KÍF einki stig hevur. Kollfirðingar taptu eisini fyrsta dystin, sum var móti Neistanum.
VÍF-KÍF 31-24 (12-10)
VÍF: Filip Jojic 10, Bjarti Hansen 4, Julian Olsen 3, Sjúrður Olsen 3, Agga í Garðastovu 2, Mikii Duko Sørensen 2, Andrias Eriksen 2, Jóhan í Garðastovu 1, Rúni Joensen 1, Kaj Johannesen 1, Jákup Andreas Joensen 1, Jón Muller 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Jákup Trygvason 5, Poul F. Egholm 4, Janus Jakobsen 3, Teitur Joensen 3, Ási Dam 2, Rúni Joensen 1, Magnus Muller 1