Fiksar mandlugávur

Droppa sjokulátuna, spar upp á krútið og verð eitt sindur meira uppfinnsamur.
Nógvar mandlugávur verða lætnar í desember mánaði, og hugskotini um, hvat kann pakkast inn og pakkast út í tí samanhanginum, eru ivaleyst nógv.
Her eru tvey afturat, sum tú kundi umhugsað at latið tí, sum finnur mandluna og ikki svølgir hana.
Einki er sum at pynta til jóla, og eisini arbeiðsplássið og skriviborðið kunnu fáa ein sjatt av jólum. So hvat við at pynta við einum vøkrum jólatræið á skriviborðinum. Hetta jólatræið er enntá so snilt, at tað kann setast til telduna, og harvið fáa streym til ljósini. Harafturat er eisini jólapynt í pakkanum, sum tú kanst klippa út og hanga upp á træið.
Ein onnur minni jólalig mandlugáva er eitt nýtt slag mús til telduna. Sjálvandi er her eisini talan um eina usb-íbinding, og ístaðin fyri eina keðiliga, gráa mús, kanst tú hava ein reyðan bil á borðinum. Bilurin hevur eisini ljós, sum lýsa, nú dagarnir eru blivnir so stuttir.
Lutirnir kunnu fáast umvegis www.gadgets.dk