Fikkubók um føroyskar fuglar

54 fuglasløg verða umrødd í fikkubókini Føroyskur búfuglur, ið er triðja bókin í røðini hjá HNJ bókhandli um ymisk føroysk evni


Tað er Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari, ið hevur skrivað lýsingarnar av ymsu fuglasløgunum í bókini Føroyskar búfuglar

Í innleiðandi teksti vísir Jens-Kjeld Jensen, á, at heili 306 fuglasløg eru sæð í Føroyum. Tey umrøddu 54 fuglasløgini í bókini eru vald, tí tað eru hesi, ið oftast at síggjast á sjógvi og landi í Føroyum.

Bókin er skipað við mynd av einum fuglaslagi á hvørji síðu saman við stuttum og greiðum teksti um útsjónd, atferð og veiðutíð av nevnda fuglaslagi. 



Ætlað ferðafólki

Føroyskur búfuglur er triðja bókin í røðini hjá HNJ bókahandli um ymisk føroysk evni. Fyrstu bøkurnar í røðini vórðu givnar út í fjør. Onnur um Grind og Grindadráp og hin um Føroyska List. Fyrru bókina skrivaði Dorethe Bloch, lívfrøðingur, meðan Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, skrivaði ta seinnu.

Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti, men eru eisini áhugaverdar og viðkomandi hjá føroyingum. Á enskum hava bøkurnar heitið HNJ’s Indispensabe Guide to the Faroe Islands og á donskum, HNJs Ultimative Guide til Færøerne

HNJ bókahandil ætlar at geva fikkurbøkur út um nýggj evni á hvørjum ári. Av evnum, sum ætlanin er at umrøða, kunnu nevnast víkingar, plantur og blómur, bókmentir, matuppskriftir, binding og handarbeiði, føroyskur dansur og føroyskt mál.

Bøkurnar eru ymiskar í vavi, umleið 40 til 60 síður, og eru at fáa í bókahandlum, bensinstøðum og kunningarstovum kring landið.

Tað er Elin Winther Poulsen, ið ritstjórnar bókarøðina.