48 ára gamli Laurent Fignon, sum í 1989 var partur av kanska mest spennandi endaspurtinum í Tour de France, sum hann akkurát tampti móti Greg Lemond, er nú í viðgerð fyri krabbamein. – Eg havi krabba í hálsinum, og eg havi fingið tvær viðgerðir. Sjálvur havi eg tað gott, men læknarnir mugu meta, um viðgerðin hjálpir, sigur Fignon.
Tíðindi