Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur í longri tíð sett stórt spurnartekin við fíggjarpolitikkin hjá landsstýrinum.
Seinast í skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, har Aksel V. Johannesen vísir á, at alt bendir á, at inntøkurnar svíkja.
Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, ið varð almannakunngjørt fyrrapartin, fylgir ein búskaparfrágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum, ið staðfestir tað sama.
Sambært frágreiðingini verða inntøkurnar 153 milliónir lægri enn landsstýrið higartil hevur roknað við, staðfestir búskaparfráðingin.
- Og tíverri bendir mangt á, at gongdin heldur fram, soleiðis at inntøkurnar tá avtornar kanska vera eini 200 milliónir lægri, sigur Aksel V. Johannesen.
- Nýggjastu tølini vísa, at lønarútgjaldingarnar og lønarskatturin standa í stað, og lítil og eingin vøkstur er í meirvirðisgjaldinum. Tað er tí einki, sum bendir á, at vit fáa nakran vøkstur, sigur Aksel V. Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum gevur skattapolitikkinum hjá samgonguni skyldina.
- Tað er nú greitt fyri øllum, at flatskatturin hevur ikki givið tað úrslit, sum samgongan ætlaði. Um tær lægru- og miðalinntøkurnar fingu skattalættan, heldur enn tær høgu inntøkurnar, so høvdu pengarnir í nógv størri mun farið í umfar í samfelagnum og harvið skapt virksemi og harvið eisini øktar inntøkur til landskassan, sigur Aksel V. Johannesen.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
449 milliónir í undirskoti í ár
Hallið verður 250 milliónir næsta ár