Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelag Miðnám hava 9. januar skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Talan er um eina trý ára semju, sum byggir á sama karm sum við undafarin feløg i hesum samráðigarumfarinum: 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% triðja árið.
Fyri jól gjørdi Fíggjarmálaráðið eisini semju við tvey feløg á Apoteksverkium, Farmakonomforeningen og Pharmadanmark.
- Hesar semjur byggja á sama karm sum hjá øðrum feløgum, sigur fíggjarmálaráðið, sum í løtuni samráðist við fleiri onnur feløg.
Semjan millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelag Miðnám kann lesast um heimasíðuna hjá fíggjarmálaráðnum - www.fmr.fo
Hetta upplýsa tey í Fíggjarmálaráðnum í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.