Fíggjarlógin viðgerast mánadagin

Eftir nakrar frídagar um jólini fer tingið aftur tila rbeiðis fyrraaprtin í morgin

Tað var rættuliga rokasligt í Løgtinginum beint undan jólum.

 

Tingið hevði langar arbeiðsdagar bæði 21. og 22. desember, men á midnátt 22. desember avgjørdi tingformaðurin at senda manninga heim og kalla tingið samanaftur í morgin klokkan 10.

Einasta mál á dagsskrianni er viðgerð av fíggjarlógini fyri 2016. Viðgerðin av fíggjarlógina er vanliga størsta og longsta politiska orðaskifti í tinginum.

 

Fíggjarlógin skal samtykkjast áðrenn vit fara inn í nýggja árið, so væntandi verður arbeitt allar gerandisdagarnar her millum jólanna.