Fíggjarlógin verður løgd fyri tingið fríggjadagin

Fríggjadagin fæst at vita, hvussu landsstýrið hugsar sær at húsast við pengunum næsta ár.

 

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon fer helst kalla til tíðindafund fríggjamorgunin at greiða frá løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2024

Talan er um fyrstu veruligu fíggjarlógina hjá sitandi landsstýrið. Í fjør varð fyrst samtykt ein fyribils fíggjarlóg, tí so stutt varð frá valinum 8. desember og frá tí at samgongan varð skipað 22. desember.

Nógv hevur verið tosað um haldføri í búskapinum. Búskaparráðið og landsbankastjórin mæla til, at pensjónsaldurin verður hækkaður enn meira, enn hann longu er hækkaður. Fólk, sum eru fødd aftaná 1. juli í 1957 hava fingið eitt hálvt ár oman á pensjónsaldurin, og fólk, sum eru fødd aftan á 1962 hava fingið eitt ár oman á pensjónsaldurin, soleiðis at teirra pensjónsaldur nú er 68 ár.

Búskaparráðið og landsbankastjórin mæla til, at pensjónsaldurin verður hækkaður enn meira og enn skjótari. Men tað er valla hugsandi, at samgongan fer at gera nakað við pensjónsaldurin, og als ikki í sambandi við komandi løgtingsfíggjarlóg. Tí galdandi lóg um fólkapensjón er ein áseting um, hvussu spakuliga fólkpensjónsaldurin kann hækka.

Sambært grein 4 í lógini um fólkapensjón er ásett, at ein útrokning skal gerast í 2025 og fimta hvørt ár:

§ 4., Stk. 2. 2) Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um fólkapensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.

Stk. 3. 2) Fólkapensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár. Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur. Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrismaðurin fólkapensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.

Stk. 4. 2) Fólkapensjónsaldurin verður tillagaður við í mesta lagi ½ ári í senn. Fólkapensjónsaldurin verður ásettur í løgtingslóg við virknaði frá 1. januar í álmanakkaárinum 10 ár aftaná árið, tá fólkapensjónsaldurin varð tillagaður sambært stk. 2.

 

 

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon fer helst kalla til tíðindafund fríggjamorgunin at greiða frá løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2024