Fíggjarlógin til 1. viðgerð í vikuni

Á tingfundinum í morgin verður løgtingsfíggjarlógin fyri 2023 løgd fram

Eftir framløgu kann lógaruppskot fara til 1. viðgerð tveir dagar seinni, og so verður. Tí hósdagin og fríggjadagin verður 1. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini.

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, segði við Kringvarpið um vikuskiftið, at yvirskotið á fíggjarlógaruppskotinum er størri, enn tað var í uppskotinum hjá undanfarnu samgongu.

Hon segði eisini, at ríkisstuðulin verður skerdur við 25 milliónum krónum.