Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, sigur, at arbeiði við fíggjarlógini gongur gott, og um alt gongur eftir ætlan, verður áliti klárt mánadagin.
- Vit hava sett okkum sum mál at verða klár við álitinum tann 8 desembur, og tað sær út til at koma at halda, sigur Bárður.
Hann sigur, at fíggjarnevndin longu nú er komin ígjøgnum tað mesta, so nú eru tað bara smájusteringar eftir, sum tey eftir ætlan klára á fundinum mánadagin.
- Vit hava sett allan mánadagin av til fíggjarlógina, og ætla at skriva endaliga áliti áðrenn dagurin er av, sigur Bárður, og leggur afturat at fíggjarlógin vantandi verður løgd fram í Løgtinginum týsdagin.
Um fíggjarlógin verður løgd fram týsdagin 9 desembur, so er hetta serstakliga tíðliga. Í fjør var fíggjarlógin løgd fram 12 desembur, men frammanundan hesum hevur tað aloftast verið nógv tættari jólum, at hon verður løgd fram.
Tá ið formaðurin í fíggjarnevndini verður spurdur um innihaldi í álitinum til fíggjarlógina sigur hann, at tað verða nakrar broytingar í álitinum.
- Landsstýri er komi við sínum broytingum, og so hava vit eisini verið inni og broytt nakað, so nakrar broytingar eru, sigur Bárður, sum tó ikki vil koma við nøkrum ítøkiligum fyrr enn fíggjarlógin er løgd fram í Løgtinginum.
Hóast fíggjarnevndin hevur arbeitt saman um fíggjarlógina higartil, so væntar Bárður ikki at tað verður ein samd nevnd sum leggur fíggjarlógina fram.
- Vit eru heilt víst samd um nøkur ting, sum vit koma at hava eitt felags álit um, men eins og undanfarna árið, so vænti eg at minnilutin eisini hevur sítt egna álit, afturat álitinum hjá okkum, sigur Bárður Nielsen at enda.